Dennis gjørdi skjótt av - Nú ber til at landa svartkjaft uttanlands

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum gjørdi skjótt av, tí í gjár lýsti hann eina kunngerð, so tað frá í dag er gjørligt hjá uppsjóvarskipunum at fara at landa svartkjaftin uttanlands.

Lógin sigur, at landast skal í Føroyum.

Frá í dag og til 1. mars 2023 kunnu skipini so landa svartkjaftin uttanlands.

Orsøkin til broytingina er, at føroysk uppsjóvarskipini fáa nógvan svartkjaft, og trupult er at sleppa av við hann á Havsbrún.