Fortelja søguna um nútíðarhetjuna, Ova Joensen
Røðan sum Heðin Mortensen, borgarstjóri helt leygardagan, tá fyrireikingarnar til nýggja Ovasavnið byrjaðu.
Góðu nólsoyingar! Góðu øll somul!
Hetta er ein stórur dagur fyri Nólsoynna og allar nólsoyingar!
Langt um leingi eru tit komin so langt, at tit nú kunnu fara undir at gera ein bygning, ið skal vera Ova Joensen til heiðurs og æru.
Sjálvur var eg so heppin at vera til staðar á Longulinju í Keypmannahavn tann 11. august í 1986, tá ið Ove eftir 41 samdøgur og 1700 kilometrar umsíður kom á mál.
Tá ið hann á triðja sinni settist við árarnar umborð á ‟Dianu Victoriu”, megnaði hann at fremja ta drúgvu ferðina, ið hann so inniliga droymdi um at gera.
Bara tað, ið Ove útinti fyri skjótt 37 árum síðani, er ivaleysa góð grund til at gera honum eitt savn, tí hetta var ikki smávegis.
Eins og Nólsoyar-Páll hevur gjørt tað í øldir, hevur Ove Joensen í nýggjari tíð varpað ljós á Nólsoynna og nólsoyingar sum eingin annar.
Ove hevði eittans ynski, og tað var at fáa gjørt ein svimjihyl til børnini í Nólsoy, tí her var eingin svimjihylur.
Sjálvur legði hann fyrstu krónurnar í hesa ætlan, men við árunum er blivið greitt, at hetta er ein ivaleysa stór ætlan at fara undir.
Ovastevnurnar, sum hava havt til endamáls at savna pengar inn til ætlanina, hava verið fyriskipaðar síðani 1994 við vitjandi í túsunda og aftur túsundatali.
Men sum so ofta, so hevur tíðin tað við at yvirhála okkara ynski, dreymar og ætlanir, og soleiðis er eisini við svimjihylinum.
Ferðasambandið er í dag so mikið gott, at tað einki hevur uppá seg hjá nólsoyarbørnum at brúka Ternuna sum býarbuss og fara til Havnar at svimja.
Og hartil eru tiltiknar kvinnurnar, sum dúgliga dippa og svimja á Malarenda, so vit kunnu róliga staðfesta, at tað ikki er vatnskrekk, nólsoyingar eru mest kendir fyri.
Nú hava tit valt at gingið aðrar leiðir, og heldur enn at byggja ein svimjihyl, sum bæði er dýrur at byggja og reka, fara tit at byggja eitt Ovasavn.
Tað vísir bara, at nólsoyingar duga at flyta seg við tíðini og laga seg eftir umstøðunum, so er ein leið ikki gongd, so verður gingið aðra leið.
Sjálvur haldi eg, at Ovasavnið er ein frálík loysn, sum eisini fer at gera sítt til, at Ove og hansara roysni seint verða gloymd.
Nú fáa tit eitt savn, ið kemur at geva bæði yngri og eldri eina heildaruppliving og lærdóm, har kanska serliga børnini kunnu læra um hav, streym, fiskiskap, sjómansskap og annað.
Nólsoyingar hava ígjøgnum allar tíðir verið tiltiknir sum bæði útróðrarmenn og sjómenn, og Ove Joensen var í sínum lívi við sínum ferðum og upplivingum ímyndin av øllum tí.
Tí er Ovasavnið júst rætta loysnin, og eg fegnist saman við tykkum í dag, nú skjøtil kann verða settur á hesa nýggju ætlanina, sum vit longu á Ovastevnuni í ár fara at síggja meira til.
Vit kunnu bara samgleðast við tykkum, nú stóra arbeiðið, sum Thomas og onnur hava gjørt fyri at savna pengar inn, fer at bera ávøkstur og ein varði langt um leingi kann reisast um Ova.
Nýggjar tíðir geva nýggjar møguleikar, og eingin ivi er um, at Ovasavnið fer at gera sítt til, at lokala ferðavinnan í Nólsoy fer at blóma sum ongantíð fyrr.
Tað, at tit nú kunnu sýna fram ‟Dianu Victoriu” og á ymsan hátt fortelja søguna um nútíðarhetjuna, Ova Joensen, fer at vekja enn størri ans fyri Nólsoynni sum ferðamál.
Einki løgið er í tí, at fólk vilja leita sær til Nólsoyar, tí her er eitt serligt huglag og ein serstakur blíðskapur, ið fær fólk at koma aftur og aftur.
Eldsálir skulu til, um tingini skulu rigga, og tá ið vit tosa um Ovasavnið, so eru tað júst eldsálirnar, ið hava lyft og borið, so tit nú – eins og Ove á sinni – nærkast tí stóra málinum.
Eg síggi fyri mær, at tað fer at verða dúgliga valfartað til Nólsoyar at síggja savnið, og tá fáa gestirnir óivað eisini at síggja og hoyra tað mentanarliga margfeldni, tit eiga.
Ove dugdi ikki bara at sita við árarnar, men var eisini óførur við harmonikuni, og soleiðis kenna vit nólsoyingar best, tí av oynni floymir framvegis við gávaðum fólki innan tónleik og list.
Tað er mær sum borgarstjóri ein stór gleði at sleppa at loysa fyrsta flagið, nú gravast skal út fyri Ovasavninum, og eg vil samstundis vissa tykkum fyri, at okkara partur skal ikki liggja eftir.
Takk fyri og allarbestu eydnu við Ovasavninum!Heðin Mortensen, borgarstjóri
Fleiri myndir HER Facebook