Forsøgnin

til og við mikudagin

Leygardagin

Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á fyrrapartin gongur niður í vestan, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Um kvøldið hálvskýggjað og turt, og sum frá líður gongur hann niður í sunnan. Hitin 8 til 12 stig.

Sunnudagin

Veksandi vindur av landsynningi, úr loti til frískt lot, 3 til 8 m/s, á morgni upp í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s, á middegi. Samdrigið og sum frá líður samregn. Seinnapartin gongur hann niður í sunnan og veksur upp í frískan vindur upp í hvassan vind sunnan, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn, í støðum nógv regn. Um náttina frískur vindur upp í strúk sunnan, 8 til 13 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 13 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp strúk sunnan, 8 til 13 m/s. Seinnapartin veksur vindurin upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, skiftandi skýloft og ælaveður. Um kvøldið gongur hann upp í eystan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s, enn skiftandi skýloft og ælaveður. Um náttina kemur hann høgt. Hitin 7 til 11 stig.

Týsdagin

Frískur vindur upp í strúk norðan, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður. Hitin 6 til 11 stig.

Mikudagin

Minkandi vindur av útnyrðingi úr frískum vindi upp í strúk, 8 til 13 m/s, á morgni niður í lot til frískt lot um kvøldið, 3 til 8 m/s. Skiftandi skýloft og yvirhøvur turt. Hitin 6 til 11 stig.