Forsøgn galdandi til mikumorgunin

 

Frískt lot til frískan vind eystan, 5 til 10 m/s, í ælunum upp í strúk, 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, stundum grov æl og í støðum sum vátaslettingur. Hitin í dag millum 2 og 6 stig, í kvøld í støðum niður móti frostmarkinum.
Í nátt frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður, í støðum sum vátaslettingur ella vátakavi. Hitin millum frostmarkið og 5 stig.