Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin

Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Í kvøld gongur ættin niður í sunnan og tað verður sum frá líður turt fyri tað mesta, tó framvegis skýggjað við mjørkaflókum og sirm í støðum. Fyrrapartin í morgin, lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, skýggjað, támut og turt fyri tað mesta. Hitin alt samdøgrið millum 10 og 13 stig.