Veðrið
Ein hátrýstryggur, 1020 hPa, leggur seg yvir Føroyar av útnyrðingi, og køld luft við kavaælingi streymar inn yvir Føroyar av útnyrðingi.
Frískt lot til frískan vind av útnyrðingi, skiftandi skýloft og okkurt vátakava- ella kavaælið. Út á seinnapartin hækkar hann upp í norðan og minkar vindin niður í lot til frískt lot, framvegis skiftandi skýloft og ælaveður, serliga norðanfyri; í sunnaru oyggjunum yvirhøvur turt.
Í nátt og fyrrapartin í morgin lot til frískt lot, norðan, skiftandi skýloft og fyri tað mesta turt kring alt landið, tó einstøk æl í støðum, sum kunnu vera regn, vátakavi ella kavi. Hitin millum 2 og 5 stig.
Tilvildarliga mynd