Veðrið
Eitt lágtrýst, 985 hPa, sunnan fyri Ísland gongur í landnyrðing og dýpist. Lýggj og slavin luft rekur ímóti Føroyum. Seint seinnapartin kemur eitt samanrunnið brúgvalag við regni inn yvir Føroyar av útsynningi.
Lot til frískt lot av landsynningi, klárt og sól, tó í støðum tám ella mjørki. Út á seinnapartin fer vindur at veksa, tað fer at draga á luftina. Seint seinnapartin fer at regna av útsynningi. Í kvøld er frískur vindur upp í ein strúk av landsynningi, seinni sunnan, samdrigið og regn. Í nátt lot til frískt lot sunnan, skiftandi skýloft og turt. Fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind sunnan, skiftandi skýloft og turt. Hitin 10 til 16 stig