Forsøgn galdandi til á middegi fríggjadagin 

Seinnapartin niður í frískan vind upp í hvassan vind

Strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 m/s, skýggjað og regn.

Sum frálíður minkar vindurin. Seinnapartin niður í frískan vind upp í hvassan vind av landnyrðingi, 10 til 15 m/s.

Í kvøld og frameftir frískt lot til frískan vind eystan ella av landnyrðingi, í støðum upp í ein strúk, 5 til 13 m/s, tað fer at slíta í, tó framvegis okkurt ælið í kvøld og í nátt.

Fyrrapartin fríggjadagin yvirhøvur turt. Hitin 3 til 9 stig.