Veðrið

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin 

Eitt hátrýst, 1037 hPa, yvir havleiðini millum Noreg og Føroyar viknar spakuliga. Eitt lýtt luftrák er yvir Føroyar í dag av landsynningi.

Forsøgn, galdandi til á middegi fríggjadagin 

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, turt og klárt, men møguleiki fyri mjørka í støðum. Í kvøld dregur á luftina, og í nátt smáskýggjað ella samdrigið. Hitin millum 7 og 14 stig, í støðum upp í 16 stig.