Fakfelags - tíðindi

Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna komandi 3 árini

 

Tá freistin at stilla upp til formansvalið  í Heilsuhjálparafelag Føroya, var úti 15. februar kl. 16, var bert eitt uppskot komið inn, ið var frá sitandi forkvinnu Mary Antonsdóttir.

Hetta merkir, at Mary Antonsdóttir heldur fram sum forkvinna komandi 3 árini.

Tá freistin at stilla upp til nevndarval í Heilsuhjálparafelag Føroya, var úti, vóru bert tvey uppskot til nevndarvalið og eru tað eru sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og  Svenn Martinsson.

Hetta merkir, at eisini tey eru afturvald sum nevndarlimir men í nevndini er valskeiðið tvey ár.

Tiltakslimir verða valdir á aðalfundinum.

Tað skrivar Heilsuhjálparafelag Føroya