Formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag leggur frá sær nýggjársdag
Føroya Arbeiðarafelag fær nýggjan formann - ella forkvinnu - á midnátt í annaðkvøld.
Tað hendir, tí formaður felagsins, seinastu næstan 15 árini, Georg F. Hansen, júst hevur boðað feløgunum frá, at hann fer frá sum formanssessinum í annaðkvøld á midnátt.
Hetta kemur fram í einum skrivi, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur sent limafeløgunum í kvøld, og skrivið er soljóðandi:
"Vit skulu við hesum boða frá, at Georg F. Hansen, formaður, hevur givið felagnum fráboðan um, at hann hevur avgjørt at leggja frá sær sum formaður tann 1. januar 2026, hann heldur tó áfram sum nevndarlimur.
Næstformaðurin, sum er Elin K. Sørensen tekur við formansstarvinum frá 1. Januar 2026.
Georg takkar fyri góða samstarvi hesi nærum 15 árini hann hevur verið formaður og vónar at góða samstarvi heldur áfram og ynskir øllum eitt gott nýggjár."
Sum nevnt í skrivinum frá Føroya Arbeiðarafelag fer Georg F. Hansen tó ikki úr nevndini. Hann skiftir formanssessin út við ein sess sum vanligur nevndarlimur.
Tað verður sum sagt Elin K. Sørensen, sum tekur við sum nýggj forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Hon er næstforkvinna í felagnum og hevur verið tað líka síðan Georg F. Hansen gjørdist formaður í 2011, tá Ingeborg Vinther ikki tók við afturvali, og tað vil siga, at tey bæði hava fylgst í leiðsluni í felagnum; hann sum formaður, hon sum næstforkvinna.
Elin K. Sørensen var komin í nevndina árið fyri, í 2010, eftir at hava verið tiltakslimur síðan 2008, og tað vil siga, at hon hevur tikið allan túrin frá at vera tiltakslimur, til at vera nevndarlimur og síðan næstforkvinna og frá 1. januar verður hon nýggj forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag.
Í Føroya Arbeiðarafelag er tað soleiðis, at tá ein nevndarlimur skiftir sess, til dømis frá at vera næstforkvinna til at vera forkvinna, so yvirtekur hon valskeiðið hjá formanninum, sum hon avloysir, og formaðurin og í hesum førinum næstforkvinnan standa ongantíð upp á val sama ár.
Georg F. Hansen varð afturvaldur á aðalfundinum í mars og tað vil siga, at hansara skeið gongur til mars 2027. Tað merkir so eisini, at Elin K. Sørensen, sum annars átti at staðið fyri vali í mars 2026, skal nú ikki afturveljast fyrr enn í mars í 2027.
Av tí, at Elin K. Sørensen er næstforkvinna, so skal eitt nýtt fólk veljast í hennara sess. Sum KvF skilir, so verður tað tann nevndarlimurin, sum hevur flestar atkvøður av hinum, sum eftir eru, sum gerst næstformaður ella -kvinna. Hvør tað er, er okkum ikki greitt í løtuni.
Kringvarpið hevur tosað við Elina K. Sørensen um uppgávuna, sum stendur fyri framman.
Hon hevur ikki hug at gera samrøðu beint nú, hon er stødd uttanlands, men hon sigur tó, at hon fer ikki at boða frá stórvegis broytingum. Tað týdningarmiklasta, sum liggur beint fyri framman, eru samráðingarnar, sum eru byrjaðar, og tað verður tað, sum hon fer at hava fokus á fyrst.
Vit hava roynt at fáa orð á fráfarandi formannin, Georg F. Hansen, men hann tekur ikki telefonina í kvøld.
Tað skrivaði Sveinur Tróndarson á kvf.fo í gjárkvøldið.

