”Fólk tóku sera væl í móti mær”

Ninna stendur sum oftast við pakkiborðið

VERKAFÓLKAVANGIN

Takið væl ímóti Ninnu Holm, sum myndar #verkafólkavangan hesaferð

Ninna er 16 ár, og arbeiðir á TG Seafood í Hvalba

Henni dámar sera væl á fiskavirkinum í Hvalba, har hon hevur arbeitt síðan augustmánað 2022.

Á TG Seafood arbeiðir man mest við upsa Ninna sjálv, stendur sum oftast við pakkiborðið

”Fólk tóku sera væl í móti mær”, sigur hon, og leggur hon dent á, at tað er tað henni dámar best við arbeiðnum - at fólkini eru so fitt, bæði starvsfelagarnir og forfólkini.

Vit ynskja tær alt tað besta á stavs- og lívsleiðini og takka fyri, tú vildi vera við, góða Ninna

Tað skrivar Føroya Arbeiðarafelag á sínum facebook-vanga. Tey eiga eisini myndina.

Gott vikuskifti, øll somul!