Føroyskir fiskimenn bøta fyri sálarbótina hjá Café Latte-brigaduni í Havn
"Tað er harmuligt, at ósekir føroyskir og russiskir fiskimenn, sum ongan leiklut eiga i ræðuliga stríðnum í Ukraina skulu ofrast, einans fyri at café latte-brigadan í Havn skal fáa sálabøtur."
Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtingslimur og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum um tiltøkini móti Russlandi, sum landsstýrið hevur sett í verk.
"Tað er kanska eitt sindur hvast sett upp, men eg haldi, at nýggjast tiltøkini fara ov langt," sigur Jacob Vestergaard, sum annars hevur tikið undir við tiltøkunum móti Russlandi.
TRYST HER OG HOYRS SAMRØÐUNA við Jacob Vestergaard Føroyskir fiskimenn bøta fyri sálarbótina hjá Café Latte-brigaduni í Havn | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Her er lesarabrævið sum Jacop skrivaði - TRYST HER Teir átjan rossleyparnir (nordlysid.fo)