Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil
Føroyski toskastovnurin er vorðin søguliga lítil, og hetta er helst úrslit av bæði ovurfiskiskapi og broytingum í havumhvørvinum. Týdningarmikið, og avbjóðandi, er at skyna millum hesar ávirkanir, og í hesi grein viðgera vit broytiligu vakstrarumstøðurnar á Landgrunninum.
Tilgongd av ungfiski til ein fiskastovn er avgerandi fyri stovnstøddina. Tilgongdin til føroyska toskastovnin hevði høgar toppar í 1983, 1994 og í 2000 (slíkir vóru eisini áðrenn 1980), og lægri toppar í 1987, 2009 og 2017 (Mynd b). Sum víst í Mynd c, og lýst neyvari undir, falla allir hesir toppar saman við góðum vakstrarumstøðum á Landgrunninum, her lýst við øktum gróðri og nógvum og vælvaksnum fiskayngli. Ein avgerðandi spurningur er, hvat forðaði fyri, at topparnir í 1987, 2009 og 2017 góvu munagott íkast til toskastovnin.
LES ALT HER Er glotti at hóma hjá botnfiski í 2024? (hav.fo)