Føroysk skip hava nú fiskað ein triðing av makrelinum
Føroysk skip hava nú fiskað ein triðing av makrelinum, sum tey sleppa at fiska í norskum sjógvi.
Norges Sildesalgslag sigur í samandráttinum fyri síðstu viku, at føroysku skipini høvdu fiskað 31 prosent av kvotuni í norskum sjógvi.
Tað eru 11.036 tons av 35.491 tonsum.
Avtalan við Noreg um makrel sigur, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.
Tað er tó ikki tað sama sum, at makrelurin skal landast í Noregi.
Tann nógvi makrelurin hjá føroyskum skipunum er seldur virkjum í Føroyum.
Norsk skip hava fiskað 44 prosent av kvotuni hjá teimum, sum er 237.907 tons
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo