Føroysk skip hava nú fiskað 42 prosent av makrelinum
Sambært nýggjastu tølunum hjá Vørn - yvir fráboðaða veiðu - hava uppsjóvarskipini fiskað 77.000 tons av makreli higartil í ár.
Norðborg og Finnur Fríði hava fiskað mest higartil - um 7000 tons í part.
Makrelfiskiskapurin tók seg upp umleið hálvan juni mánað, og higartil er alt fiskað í føroyskum sjógvi. Í løtuni fiska tey makrel í føroyskum øki, norðanfyri. 17 skip hava fiskað makrel í ár.
Føroyska heildarkvotan av makreli er 153.000 tons í ár. Smá 21.000 tons verður latið í umbýti við onnur lond, og eftir til føroysk skip at fiska eru 132.000 tons.
Harumframt eru 55.000 tons av makrelkvotuni í fjør, sum eru flutt yvir til í ár at fiska. Henda kvota er útskrivað sum felagskvota við hámarki, har hvørt skipið sleppur at fiska í mesta lagi 4500 tons.
Samanlagt kunnu føroysk skip tí fiska 187.000 tons av makreli í ár. Tey hava fiskað 77.000 tons, tað eru góð 42 prosent.
Tað skrivar kvf.fo