Myndarøð: Føroyingar í Grønlandi á vitjan í Ravns Stóroy
Her eru myndir frá frálíka og forkunnuga túrinum 2. Hvítusunnudag til Takisuup Qeqertarsua, sum føroyingar kenna sum Ravns Stóroy, har føroyingar róðu út frá frá 1926 til 1969.
Ferðalagi taldi 16, sum deildu seg millum góðu Targa-bátarnar hjá Marcus og Thomas.
Túrurin var ein stór succes bæði hvat uppliving og veðrið viðvíkur, og ikki minst socialari samveru. Áðrenn túrin var tað einans Marcus í ferðalagnum, sum áður hevði verið á Ravns Stóroy.
Eftir einari búrmáltíð á Norðaru Havnini á Ravns Stóroy fóru vit til gongu til Syðru Havnina. Eftir Ravns Stóroy fóru vit eisini inn til bygdina Qeqertarsuatsiaat (Fiskenæsset), og síðani til Føroyingahavnina, sum altíð er ein uppliving í sær sjálvum. Meira enn 15 tímar eftir fráferð úr Nuuk vóru vit aftur í grønlendska høvuðsstaðnum.
Soleiðis skrivar ferðalagið á facebook.
Takk til Meinhard og Andrias fyri at taka initiativ til túrin, og Marcus og Thomas fyri at vilja sigla langa teinin, og øll sum tóku mat við. Alt í alt ein túrur, ið verður ringur at taka.
Stutt um Ravns Stóroy
Í 1925 tók Landsráðið í Grønlandi avgerð um at loyva føroyingum at brúka Ravns Stóroy sum støð í samband við góða toskafiskiskapin, sum byrjaði at taka seg upp í Vesturgrønlandi í 1923.
Ravns Stóroy, sum sambært “Teir Tóku Land I” eitur Qeqertarsuaq á grønlendskum, var tann fyrsta støðin hjá føroyingum í Grønlandi sum bleiv brúkt frá 1926.
Føroyingar góvust at rógva út frá Ravns Stóroy í 1969.