Føroyingahavnin úr fýra ymiskum sjónarhornum
Tað var fullsett í gomlu Miðhøllini á Skúlatrøð í gjárskvøldi, tá søgan um lívið og virksemið í Føroyingahavnini var løgd fram.
Max Cecil Weihe var stjóri á Nordafar frá 1979 til 1981, og kennir søguna um føroyska fiskivinnuævintýrið í Grønlandi betri enn tey flestu. Hann greiddi frá virkseminum í Føroyingahavnini frá 1925 til hon var seld á tvingsilssølu í 1990.
Max Cecil Weihe hevur, umframt at hava arbeitt hjá Nordafar, eisini verið við í arbeiðsbólki, sum Landsstýrið sett - við Landsverki og Tjóðsavninum, í samstarvi við Tjóðsavni í Grønlandi um greina nærri framtíðina hjá Føroyingahavnini.
Nógv virksemi var í Føroyingahavnini í 1960’unum. Ein, sum bæði hevur fiskað og arbeitt á landi í Føroyingahavnini, er Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.
Hann greiddi frá fiskiskapinum og arbeiðinum um sumrarnar og hevði nógvar skemtiligar søgur at siga frá.
Dagarnir vóru langir og svøvnurin lítil – men lønin var góð – serliga um tú tók tær akordarbeiði afturat! Tímalønin var kr. 5,- um tíman. Tað eina summarið forvann hann sær góðar kr. 17.000 – sum eisini var prísurin á einari oljufýring til húsini vesturi í Bø í Vági. Hetta var eisini líknandi úrtøkuni hjá einum línubáti tá.
Tað var forkunnugt at hoyra Poulinu Abrahamsen úr Fuglafirði greiða frá, hvussu tað var at arbeiða sum arbeiðsgenta á sjómansheiminum síðst í 1960’unum. Søgurnar um Føroyingahavnina snúgva seg oftast um fiskiskap, men við frásøgnini hjá Poulinu fingu vit innlit í gerandisdagin á staðnum sum var langur og drúgvum.
Til dømis, at morgunmaturin varð serveraður kl. 7.00 – gerandisdagar fingu menninir havragreyt og cornflakes, men sunnumorgun fingu teir eisini kókað egg. Mánaðarlønin hjá arbeiðsgentunum, sum Poulina var væl nøgd við, var kr. 500 um mánaðin.......................LES ALLA GREININA HER https://nordlysid.fo/tidindi/77681/foroyingahavnin-ur-fyra-ymiskum-sjonarhornum har tú eisini sært eina MYNDARØÐ