Skip to main navigation Skip to main content Skip to page footer

Føroyar vildi ikki vera við tá hini vildu útihýsa Russlandi frá makrelfiskiskapi

væntar tó ikki ógvisligar reaksjónir frá hinum NEAFC-londunum

Føroyar vildu ikki vera við í leikinum, tá ES saman við Stórabretlandi og Íslandi á NEAFC-fundi samtyktu nærum at útihýsa Russlandi frá makrelfiskiskapi.

Uppskotið var eitt sonevnt postavgreiðslumál, sum bleiv avgreitt miðskeiðis í mai, men úrslitið er tó ikki vorðið alment fyrr enn nú, eftir at ein grein um málið er løgd á heimasíðuna hjá ES-nevndini. 

Eftir uppskotinum, sum meirilutin í NEAFC tók undir við, skal Russland sleppa at fiska 1.495 tons av makreli í altjóða sjógvi í ár.

Útgangsstøðið hjá NEAFC-londunum er eitt hámark fyri samlaðu makrelveiðuna í ár, sum er beint undir 300.000 tons, hóast ICES-tilmælið sigur 174.000 tons.

Russland hevur hinvegin einsæris tillutað sær 67.548 tons av makreli í altjóða sjógvi, sum er langt oman fyri tey umleið 7,5 prosentini, sum vanliga falla russisku skipunum í lut, tá tey eru partur av eini strandalandasemju.

Tað er heldur ikki í lagi, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaðurin í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Men at bjóða russum 1.495 tons gevur hinvegin lítla meining, heldur hann.

Føroyar í serstøðu

Í meirilutasamtyktini í NEAFC verður dentur eisini lagdur á framhaldandi at útihýsa russiskum skipum frá millum annað at landa ella umskipa veiðu í evropeiskum havnum og at fáa tænastur sum bunkring og annað.

Her hava Føroyar frá fyrstan tíð verið í serstøðu og sloppið sær undan at taka stig, sum av álvara kunnu seta fiskivinnusamstarvið við Russland í vanda. Tó bara í egnum sjógvi, tí ES-revsiátøkini verða fylgd, tá tað ræður um altjóða sjógv.

ES vil hinvegin herða átøkini móti Russlandi, og mælir millum annað til heilt at banna allari umskiping av veiðu í NEAFC-sjógvi, og at londini lata revsiátøkini móti Russslandi í altjóða sjógvi galda í heimasjógvi eisini.

Í greinini á heimasíðuni hjá ES-nevndini verður ongantíð nevnt, at Føroyar hava nakra serstøðu.

Bárður á Steig Nielsen væntar tó ikki ógvisligar reaksjónir frá hinum NEAFC-londunum, afturfyri at Føroyar ikki atkvøddu fyri uppskotinum hjá ES, Stórabretlandi og Íslandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: NEAFC: Føroyar vildu ikki útihýsa Russlandi frá makrelfiskiskapi | Kringvarp Føroya

Tað skrivaði Ingolf Sólheim Olsen á kvf.fo