Føroyar fingu einki burturúr at koyra russisk skip út úr serøkinum millum Føroyar og Bretland
Fiskimálaráðið telvaði illa móti Bretlandi
Føroyar fingu einki burturúr at koyra russisk skip út úr serøkinum millum Føroyar og Bretland. Avtalan við Bretland er sera vánalig, halda Bjarni Hammer og Jacob Vestergaard.
Fiskiveiðiavtalan við Bretland er ein sera vánalig avtala fyri Føroyar.
Hygg at VIDEO samrøðuni við Bjarni Hammer og Jacob Vestergaard HER Fiskimálaráðið telvaði illa móti Bretlandi | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Tað halda Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum.
Teir vóru báðir í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, tá Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, 7. november í fjør kom í nevndina at ráðføra seg um fiskivinnuavtaluna við Russland.
Til umrøðu var sonevnda "serøkið" millum Føroyar og Bretland. Eitt øki, sum bæði londini stýra - ávíkavist eftir føroyskum og bretskum reglum.
Fingu einki burtur úr at ganga bretum á møti
Undan fiskivinnusamráðingum við russar høvdu bretar strongt á fyri at fáa føroyingar at koyra russisk fiskiskip út úr hesum serøki.
Bretska ynskið verður eisini gingið á møti, tá Føroyar og Russland skriva undir fiskiveiðisáttmála, 8. desember í fjør.
Men Føroyar fingu einki burturúr at ganga bretska ynskinum á møti.
- Og tað er ov vánaligt, tí atgongdin at fiska makrel í bretskum sjógvi hevur sera stórt virði, halda bæði Bjarni Hammer og Jacob Vestergaard.
Grein hjá Jón Brian Hvidtfeldt á kvf.fo