Føroyar brúktu sløk 294.000 tons av brennievni í fjør
Føroyar brúktu sløk 294.000 tons av brennievni í fjør, skrivar Hagstovan.
Hetta eru næstan 20.000 tons minni enn í 2021, sum var metár.
SEV brúkti 43.600 tons av olju í fjør, sum eru 11.000 tons minni enn í 2021.
Tungoljan er nakað tann sama sum undanfarin ár, ein triðingur av oljunýtsluni.
Útlendsk skip ikki við
Føroysk skip, sum bunkra uttanlands, eru við í tølunum hjá Hagstovuni.
Men tað eru útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum. ikki
Oljan bleiv nógv dýrari seinasta árið.
Olja bleiv innflutt fyri næstan hálva milliard krónur meira frá juni 2022 til mai í ár enn frá juni í 2021 til mai 2022.
Vøksturin er 28,2 prosent.