Video-samrøða: Føroyabanki eigur lívið í Anru
Útróðrarmenn eru spentir uppá, hvussu nógvir dagar verða útlutaðir á Føroyabanka í ár. Í fjør bjargaði Føroyabanki inntøkunum hjá útróðrarbátinum, ANRU.
Tað skrivar Georg L. Petersen á kvf.fo og sum hevði eina samrøðu við skiparan í Degi & Viku TRYST HER Føroyabanki eigur lívið í Anru | Kringvarp Føroya (kvf.fo)
Føroya Banki skal røkjast, ikki friðast, heldur skiparin á línuskipinum Anru úr Hvannasundi. Føroyabanki er grundarlagið undir skipinum og dreymurin er at byggja nýtt skip - men tað gerst ikki uttan loyvi at fiska á bankanum.
Anru brúkti 32 fiskidagar á Føroyabanka í fjør.
Skipið fiskaði 185 tons, helvtin toskur, og avreiddi fyri 4,2 milliónir krónur.