Føroya Sjómannadagur verður leygardagin 19. August
Hugnaliga uttandura familjutiltakið verður aftur í ár í Klaksvíksgarðinum, og takkað verið dyggum stuðli, kunnu vit bjóða tykkum til eitt ókeypis og fjølbroytt tiltak fyri alla familjuna
Kom og tak ímóti seglskipunum, fá tær ein góðan morgunmat, práta við vinir og kenningar, vitja umborð á ymsu skipunum, verð við í onkrari kapping, far ein túr við skjóttgangandi báti ella royn teg hangandi afturúr luftpútum á sjónum. Gakk ikki svangur, men royn teir leskiligu munnbitarnar, ið fáast ymsastaðni á økinum.
Lat børnini stuttleika sær saman við sjórænarum á sjógvi og á landi, royna fiskidammin, hyggja at krabbum og øðrum áhugaverðum úr sjónum, sigla á flaka, fáa andlitsmáling, ís, sunkist og annað gott.
Síggjast á ársins Sjómannadegi