Føroya Sjómannadagur verður leygardagin 19. august
Í løtuni verður seinasta hond løgt á skránna, og boða fyrireikararnir frá, at skráin bæði verður fjølbroytt og góð, og sjálvsagt fyri alla familjuna.
Øll tiltøk, matur og annað, sum vit bjóða øllum, ið vitja Føroya Sjómannadag, eru ókeypis.
Takkað verður fyri vælvild frá virkjum, skipum, felagsskapum, privatpersónum og sponsorum úr øllum landinum, ið gera Sjómannadagin til eitt livandi familjutiltak.
Síggjast 19. august