Føroya fólk fær skipsboð kl. 10.00

Skipsboð er ein spurnarkapping millum skip

Føroyar eru ein siglandi tjóð og føroyingar gera seg galdandi innan eitt nú fiskivinnu, farmavinnu, ferðavinnu, frálandavinnu og alivinnu.

Nógvir føroyingar eru eisini sera væl vitandi, tá talan er um maritim viðurskifti av alskyns slagi. Og júst hendan vitanin verður reyði tráðurin í nýggju spurnarkappingini Skipsboð, ið er ein spurnarkapping millum skip.

Skipsboð, fyrstu ferð í dag 23. sept. mikumorgunin klokkan 10.

Tað er Gunnar Nolsøe sum stendur fyri at geva skipsboð.

Føroya Fiskimannafelag ynskir Gunnar Nolsøe til lukku við nýggja átakinum..