Komu suður við trimum fullum flytibilum við skjølum
FF-skjølini til Suðuroyar
Summarið 2023 skrivaðu Føroya Fiskimannafelag og Tvøroyrar Skjalasavn (TVS) undir avtalu um varðveitslu av mongu og virðismiklu skjølunum hjá felagnum. Starvsfólk frá Føroya Fiskimannafelag komu suður við trimum fullum flytibilum við skjølum. Skjølini verða nú skipað og pakkað í arkiveskjur. Hereftir verður innihaldsyvirlit skrivað inn á teldu og skrásett eftir ASTA-skipanini. Endamálið er, at tilfarið skal goymast trygt. Eisini skal tað vera so lagaligt sum gjørligt at finna tað, ið leitað verður eftir.
Tvøroyar skjalasavn/Økisskjalassavnið í Suðuroy
Tvøroyrar skjalasavn læt upp í mars 2018 í gamla Ísvirkinum á Tvøroyri. Her er eisini skrivstovan hjá Tvøroyrar havn. Tilfar er streymað inn á Savnið frá fyrsta degi. Tilsamans eru nú 194 ymisk savnindi skrásett. Fleiri teirra eru sera stór reiðara- og handilsvirki. Eisini eru ítróttarfeløg, meiarí, alskyns skipasmíð og handverk og mangt annað. Nevnast skal, at Ísvirkið, ið Fylking átti einsamalt, hevði 9 fiskiskip umframt farmaskip. Ísvirkið byrjaði í 1929, men kom skjótt í andróður - Wallstreet-krakkið sendi fiskaprisírnar í botn - og longu í 1932 mátti tað gevast. Ætlanin var at virka og selja feskan og frystan fisk; hetta til at kunna geva fiskimonnum hægri prís enn fekst úr salt- og klippfiskaframleiðslu. Fiskimenn royndu annars hesa tíðina ofta at býta frá og selja fiskin, har teir vildu
Millum tilfarið á Tvøroyrar Skjalasavni er m.a. Gamli Mortensenshandil (JME) 1856-1936. Tá ið JME var størst, hevði hann 31 fiskiskip umframt 2 stimfarma- og ferðamannaskip ella uml. triðingin av føroyska flotanum. Fiskimonnum kunnugt var fram í 1960-árini sjávdráttur á snøris- og snelluveiðu á føroyskum skipum. Varðveittu manningarlistarnir vísa, hvussu mangar fiskar, hvør maður dró hvønn túrin og hvussu stór hýran var. Hýran/lønin varð sett inn í handilsbøkurnar. Fiskimenn og familjur teirra kundu so keypa vørur fyri áljóðandi. Fram til 1934 varð á Tvøroyri kravt, at vøra varð keypt fyri lønina. Útgjald varð bara givið undantaksvíst. Tað árið fingu fakfeløgini á Tvøroyri í gjøgnum at fáa lønina út sum reiðan pening. Lønarútgjald fyri alt landið varð ásett við løgtingslóg 1937.
Kanningar dømi
Tilfarið hjá Tvøroyrar Arbeiðsgevarafelag 1918-1970 umframt tað hjá m.a. fakfeløgunum Fylking og Fiskepigernes Fagforening og nú eisini Føroya Fiskimannafelag er á TVS. Verður hetta tilfar lisið, kannað og samanborið sínámillum, gevur tað neyvt innlit í ikki bara føroyskan fakfelagspolitikk, men føroysk samfelagsviðurskifti sum heild. Lagt skal verða afturat, at tær fyrstu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag fóru fram á Tvøroyri. Eisini Føroya Skipara- og Navigatørfelag kom suður at samráðast tá. Samráðingarnar vóru mangan harðar, men okkurt skemtiligt kom eisini fyri.
Millum tilfarið á Tvøroyrar Skjalasavni er m.a. Gamli Mortensenshandil (JME) 1856-1936. Tá ið JME var størst, hevði hann 31 fiskiskip umframt 2 stimfarma- og ferðamannaskip ella uml. triðingin av føroyska flotanum. Fiskimonnum kunnugt var fram í 1960-árini sjávdráttur á snøris- og snelluveiðu á føroyskum skipum. Varðveittu manningarlistarnir vísa, hvussu mangar fiskar, hvør maður dró hvønn túrin og hvussu stór hýran var. Hýran/lønin varð sett inn í handilsbøkurnar. Fiskimenn og familjur teirra kundu so keypa vørur fyri áljóðandi. Fram til 1934 varð á Tvøroyri kravt, at vøra varð keypt fyri lønina. Útgjald varð bara givið undantaksvíst. Tað árið fingu fakfeløgini á Tvøroyri í gjøgnum at fáa lønina út sum reiðan pening. Lønarútgjald fyri alt landið varð ásett við løgtingslóg 1937. Kanningar dømi Tilfarið hjá Tvøroyrar Arbeiðsgevarafelag 1918-1970 umframt tað hjá m.a. fakfeløgunum Fylking og Fiskepigernes Fagforening og nú eisini Føroya Fiskimannafelag er á TVS. Verður hetta tilfar lisið, kannað og samanborið sínámillum, gevur tað neyvt innlit í ikki bara føroyskan fakfelagspolitikk, men føroysk samfelagsviðurskifti sum heild. Lagt skal verða afturat, at tær fyrstu sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag fóru fram á Tvøroyri. Eisini Føroya Skipara- og Navigatørfelag kom suður at samráðast tá. Samráðingarnar vóru mangan harðar, men okkurt skemtiligt kom eisini fyri.
Samráðingarnar í 1918 høvdu ikki gingið væl, og tað endaði við fyrsta stóra verkfallinum hjá Føroya Fiskimannafelag. Nú hendi tað, at Svenning Rytter amtmaður varð boðsendur at koma suður á Tvøroyri 7. mars “...fyri at greiða fløkjuna.” “...Samráðingarnar byrjaðu við at hvør partur hevði fund fyri seg, men seinni komu allir partar, sendimenn reiðara-, skipara- og fiskimannafelagsins á felagsfund ... Stundum var fundur slitin, tí at sendimenn fiskimanna ynsktu at ráðføra seg við fiskimannafjøldina, sum stytti sær stundina við at dansa ein góðan føroyskan dans í salinum hjá Biniussi (Tvøratungu). Tá stjórnarmenn Fiskimannafelagsins komu í dansistovuna, varð ringurin slitin í stundini, um tað so var mitt í einum kvæði, og alt konufólkið beint av durunum. So varð fundur settur í Dansistovuni.”
Sáttmáli varð undirskrivaður 9. mars millum FF, Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Reiðarafelag. (Brot burtur úr 25-ára minnisritinum: Føroya Fiskimannafelag 1911-1936.) Sum sæst, leggur hetta rúgvismikla tilfar upp til, at øll áhugað – tíðindafólk eins og onnur – kunnu nýta tað til innlit og vitan um føroyska fiskivinnusøgu eins og upplýsing um ta støðu og tann týdning føroyski fiskimaðurin hevur havt í føroyska samfelagnum tá sum nú. Arbeiðarafeløgini á landi og fiskimannafelagið hava í fleiri tíðarskeiðum givið út blað í felag. Tvøroyrar Skjalasavn takkar fyri at samstarvið við Føroya Fiskimannafelag. Tað er okkum til sóma og vilja vit gera okkara besta, at hetta skal hepnast. Bestu eydnu til Føroya Fiskimannafelag í øllum lutum