Føroya Fiskimannafelag hevur skrivað undir nýggja tvey ára semju

Semja við Reiðarafelagið fyri Handilsskip

 

Føroya Fiskimannafelag og Reiðarafelagið fyri Handilsskip hava skrivað undir nýggja tvey ára semju

Í dag hava Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Føroya Fiskimannafelag skrivað undir tvey ára semju um nýggjar sáttmálar fyri dekkarar og kokkar við handilsskipum.

Partarnir eru samdir um eina lønarhækkan upp á 3,92% fyrsta árið og 3,87% annað árið. Harumframt hækkar eftirlønin við 0,5%.

Aðrar broytingar og tillagingar eru gjørdar í sáttmálanum, sum inniheldur krøv frá báðum pørtum.

Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.