Føroya Fiskimannafelag hart ímóti, at veiðugjøld vera áløgd
Viðmerking Føroya Fiskimannafelags til uppskot til
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin) (Dagføring av gjøldum, veiðigjald fyri lodnu og heystgýtandi sild og strikan av undantaki fyri heimaflotan)
Føroya Fiskimannafelag hevur greiða meining um áseting av veiðugjøldum.
Í fyrsta umfarið halda vit, at slík veiðugjøld ikki hoyra heima í fiskivinnuni, tí fiskimenn eru teir, sum missa mest.
Okkara limir eru frammanundan teir, sum rinda størsta prísin, tá ið veiðugjøld og onnur gjøld vera løgd á fiskivinnuni.
Í øðrum lagi halda vit, at fíggjarpolitikkur landsins á ongan hátt skal taka okkara fiskivinnu/sjófólk sum gísla, soleiðis at nøgdin av fiski skal vera trygdarnet hjá landskassanum.
Sjófólk okkara, sum hendan lóg rakar, hava í ríkiligt mát nokk við sítt egna lívsgrundarlag. Í ávísum førum eru arbeiðsamboð teirra so niðurslitin orsakað av áløgdum gjøldum, at vandi er á ferð.
Um lógin hóast alt verður sett í gildi
Um løgtingið hóast hetta ásetir slík veiðugjøld, sum vit eru harðliga ímóti, so má hugsast alternativt, so rættvisi kemur í skipanina.
Rættvísi merkir, at tey, sum veiða mest, skulu gjalda mest.
LES ALT HOYRINGSSKRIVIÐ HER Mál (logting.fo)
FAR UNDIR HOYRINGSSKRIV C