Føroya Fiskimannafelag er ikki í seming

Stígur er í komin í samráðingarnar millum hini manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag

 

Miðlarnir hava borið tíðindi, at manningarfeløgini eru í seming er ikki rætt.

Føroya Fiskimannafelag hevur bert havt innleiðandi samráðingar.

At stígur er í komin í samráðingarnar millum hini manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag, merkir ikki, at Føroya Fiskimannafelag gevst at samráðast.

Sostatt er Føroya Fiskimannafelag ikki í seming í løtuni.

Føroya Fiskimannafelag hevur tó fingið áheitan frá Semingsstovninum um at longja verðandi sáttmála til 24. Apríl.

Føroya Fiskimannafelag

Jan Højgaard, formaður