Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini farin til samráðingar
Komandi samráðingarfundur verður hósdagin 4. apríl.
Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við umleið 20 fakfeløg. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í komandi samráðingarumfari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini ganga út 1. mai 2024.
Til ber at lesa meira um samráðingarnar her: https://www.industry.fo/radgeving/sattmalasamradingar