Førleikakrøv fyri útlendingar á føroyskum fiskiskipum
Umborð á føroyskum fiskiskipum skulu skipari, stýrimaður og maskinyvirmenn hava føroyskt sjóvinnubræv
Tó kunnu útlendingar mynstra í einum starvi, har sjóvinnubræv krevst, um útlendingarnir hava fingið eitt viðurkenningarprógv frá Sjóvinnustýrinum.
Tað er reiðarin, sum skal senda umsókn um viðurkenningarprógv til Sjóvinnustýrið. Saman við umsóknini skal leggjast avrit av útlendska sjóvinnubrævinum.
Útlendska sjóvinnubrævið skal hava eina STCW-F átekning, fyri at viðurkenningarprógv kann gevast út og harvið fyri at kunna nýtast umborð á føroyskum fiskiskipum.
Umsóknir um viðurkenningarprógv skulu sendast Sjóvinnustýrinum á [email protected]
Øll manningin skal hava galdandi trygdarskeið og heilsuprógv
Øll, sum mynstra umborð, skulu hava galdandi trygdarskeið og galdandi heilsuprógv fyri sjófólk. Útlendsk trygdarskeið sambært STCW-sáttmálanum eru góðkend at nýta umborð á føroyskum skipum.