Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni
Línuskip. Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar fyrst í vikuni.Níggju frystilínuskip eru til fiskarí. Øll fiska í føroyskum sjógvi, uttan eitt sum er í Íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum.
Tað skrivar Fiskimarknaðurin í síni meting fyri hesa vikuna.
Útróður: Streymurin verður hampuligur í vikuni, men veðri verður vánaligt, so vit rokna ikki við nógvum útróðri. Teir størri útróðrabátarnir koma møguliga at gera onkran túr. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt
Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.
Partrolarar: Tey flestu pørini eru til fiskarí og koma fleiri at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Veðri verður vánaligt, so tað er ivasamt nær teir fara út
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí, er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.