FMF: meting fyri hesa vikuna (vika 7)
Línuskip: Eitt ísfiskalínuskip er til fiskarí. Tað fiskar mest hýsu og tosk og landar møguliga síðst í vikuni. Helst fer okkurt annað avstað, nú veðurforsøgnin er heldur fragari. Fýra frystilínuskip eru til fiskarí. Tvey fiska í føroyskum sjógvi og tvey í íslendskum sjógvi. Tey fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum. Vantandi fara fleiri avstað í næstum.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur í vikuni, Veðri verður umskiftandi við nógvari lágætt, so helst verður nakað av útróðri norðanfyri. Bátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski. Fiskaríið er brúkiligt
Djúpvatnstrolarar: Báðir liggja við bryggju.
Partrolarar: Fýra pørini eru til fiskarí og kemur okkurt parið at landa í vikuni. Øll fiska upsa, men fáa eisini eitt sløð av hvítum fiski, serliga longu og hýsu. Smáligt fiskarí. Vantandi fara hini pørini avstað nú veðri batnar.
Trolbátar: Allir liggja við bryggju. Møguliga fer onkur avstað í vikuni.
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er brúkiligt. Eitt fiskar havtasku. Fiskaríið hjá tí, er eisini brúkiligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.