Fleiri orsøkir til, at øll kvotan í Barentshavinum ikki verður fiskað
Tað eru fleiri orsøkir til, at tað ikki altíð ber til at fiska alla kvotuna í Barentshavinum.
Tað sigur Hanus Hansen, reiðari, nú FM1 fyrradagin visti at siga, at seinastu fýra árini eru tilsamans meira enn 6.000 tons av føroysku toska- og hýsukvotuni í Barentshavinum ikki fiskað.
Sambært FM1 eru tey 6.000 ófiskaðu tonsini í Barentshavinum seinastu fýra árini eitt mist virði uppá 200 milliónir krónur. Hanus Hansen sigur, at hetta talið ov stórt.
Kvotan í Barentshavinum er minkað nógv seinastu árini, og í ár er samlaða føroyska kvotan komin niður á 11.355 tons av toski og 1.980 tons av hýsu. Og Hanus Hansen ivast ikki í, at kvotan í ár verður fiskað.
Hann heldur eisini, at tað fer at gera stóran mun, at føroysku skipini í ár kunnu fiska alla Barentshavskvotuna í norskum sjógvi.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Fleiri orsøkir til, at øll kvotan í Barentshavinum ikki verður fiskað | Kringvarp Føroya