Fleiri dagar til trol færri til húk
Fiskidagatalið hjá heimaflotanum er vaksið nakað hjá trolarum og minkað hjá øðrum.
Kunngerðin um fiskidagarnar í 2023 kom úr Fiskimálaráðnum fríggjadagin.
Sambært henni fáa trolarar 5.017 fiskidagar á innaru fiskidagaleið, tað eru 239 fleiri dagar enn í ár.
Teir fáa 1.771 dagar á ytru leiðini, tað eru 84 fleiri enn í ár.
Línuskip fáa 1.979 dagar, 104 dagar færri enn í ár.
Stóru útróðrarbátarnir fáa 1.685 dagar, 89 færri enn í ár.
Teir miðalstóru bátarnir fáa 1.358 dagar, 72 færri, og teir smáu bátarnir í bólki 5B fáa 7.613 dagar umframt 1.843 fiskidagar, sum eru markaðir til ikki fullriknar útróðrarbátar.
Hetta eru ávikavist 400 og 97 færri dagar enn í ár.
Frá 1.oktober í 2023 til nýggjárs vera ásettir felags fiskidagar til hvønn bólk við støði í fiskidagatalinum, sum hvør bólkur sær ikki brúkti í fiskiárinum 2022.
Skip og bátar, sum fáa fiskidagar, hava ikki loyvi til at virka fiskin umborð.
Taå skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo. Myndin er av troldekki í Íslandi