Fjølment Fiskivinnuting og lívligt orðaskifti 

Føroya Fiskimannafelag takkar Føroya Sjómannadegi fyri møguleikan at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023.

Heitt varð á Føroya Fiskimannafelag at skipað fyri Fiskivinnutinginum 2023 í sambandi við sjómannadagarnar í Klaksvík. Evnið á fundinum var ”Ber til at virðisøkja fiskatilfeingið meira, enn gjørt verður í løt­uni, og hvørjar avbjóðingar eru í hesum sambandi?”.

Føroya Fiskimannafelag ynskir eisini at vit fáa alt nýtiligt tilfeingið til høldar og meirvirkað á skynsaman hátt á sjógvi ella landi, so tað skapar arbeiði til fleiri hendur og fleiri inntøkur til partarnar, eisini tað almenna, til frama fyri vælferðina í landinum.

Nógv fólk var møtt upp á Fiskivinnutinginum, sum var hildið í skúlanum á Ziskatrøð. Tríggir serfrøðingar løgdu fram, og umboð fyri politisku flokkarnar á tingið søgdu sína hugsan um evnið. Fleiri spurningar vóru settir og fleiri sjónarmið komu fram í lívliga orðaskiftinum eftir framløgurnar.

Føroya Fiskimannafelag takkar Føroya Sjómannadegi fyri møguleikan at skipa fyri Fiskivinnutinginum 2023.

Samandráttur av Fiskivinnutinginum og ljóðfílur frá tinginum eru at finna á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag – fiskimannafelag.fo

Vinarliga,
Jan Højgaard, formaður