Fiskurin dupult so nógv verdur
Botnfiskurin undir Føroyum er nógv meira verdur nú.
Útflutningsvirði á toski, hýsu og upsa vaks næstan 90 prosent í fjør sammett við 2024.
Tað var 425 mió. kr. í 2024 og 803 mió. kr. í 2025.
Tað skrivar Ráfiskakeyparafelagið í sínari ársfrágreiðing.
Serliga toskurin er vorðin meira verdur.
Hann er meira enn dupult so nógv verdur.
Í 2025 bleiv toskur útfluttur fyri 436 mió. kr.
Í 2024 var talið 205 mió. kr.
Tað skrivar kvf.fo

