Fiskur fyri 11 milliardir
Tíðarskeiðið september 2021 til august 2022 hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,2 milliardir krónur. Fyrstu 8 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 35% meir enn somu mánaðir í fjør.
Tað skrivar hagstovan.fo
Um hugt verður eftir seinasta árinum, ið er tíðarskeiðið frá september 2021 til august 2022, kann staðfestast, at vit fyri fyrstu ferð hava útflutt fiskavørur fyri yvir 11 milliardir krónur í einum ári.
Átta fyrstu mánaðirnir í 2022, varð útflutt fyri 8,0 milliardir krónur. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,8 milliardir krónur. Hetta svarar til 39% vøkstur. Í talvunum niðanfyri sæst, hvussu broytingin er býtt á einstøku fiskasløgini.
Útflutta nøgdin av makreli er vaksin 14%, meðan virðið er hækkað 43%. Hetta kemst av, at prísurin fyri frystan heilan makrel er hækkaður 25%. Sama gongd sæst fyri sildina.
Laksaútflutningurin er vaksin 34% og var 3,5 milliardir krónur fyrstu 8 mánaðirnar. Hetta hóast útflutta nøgdin minkaði 7%.
Gongdin fyri botnfiskasløgini tosk, upsa og hýsu hevur verið góð. Útflutningsvirðið fyri tosk, upsa og hýsu er hækkað ávikavist 51%, 27% og 69%. Prísurin fyri hesi fiskasløgini er hækkaður 25% til 33% í miðal hetta seinasta árið.
Samanumtikið stavar vøksturin í útflutningsvirðinum hjá fiskavørunum frá prísvøkstri.
Talvir o,a síggjast HER https://hagstova.fo/fo/tidindi/fiskavoruutflutningurin-yvir-11-milliardir
Myndina eigur facbook-vangin hjá Klakki.