Fiskur ella rækjur fara livandi úr trolinum og inn í móttøkutangar undir vatnlinjuni

Skipið sum verður bygt til Noregs, varð herfyri sjósett í Turkalandi

Fiskurin verður minni strongdur, tá hann ikki verður hivaður inn á dekkið, sum vanligt er á trolveiði.

Góðskan á vøruni verður eisini betur, tá fiskurin ikki er so strongdur og handfarin, áðrenn hann kemur til blóðgingar og framleiðslu á verksmiðjuni. 

Í tangunum, har livandi fiskur ella rækjur eru, er útskifting av sjógvi, og her er eisini ein skipan, sum syrgir fyri, at sjógvhitin er hin rætti, eins og eftirlit er við iltini.

Ístaðin fyri at brúka pumpur, sum pumpa fiskin upp á verksmiðjuna, er tað eitt yvirtrýst, sum syrgir fyri, at fiskurin kemur upp.......LES ALLA GREININA HER in.fo - fyrst og fremst

Tað skrivar in.fo