Fiskamarknaðurin

Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

Línuskip. Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men helst fer okkurt út í næstum Fýra eru við Føroyar og tvey eru við Grønland. Frystilínuskipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og svartkalva.

Útróður: Streymurin er góður fyrst í vikuni, men harðnar sum vikan líður. Veðri verður umskiftandi, so tí er ikki vantandi at tað verður nógvur útróður. Bárnir fáa mest av hýsu og so eitt nakað av toski.

Djúpvatnstrolarar: Bara ein er úti og kemur hann at landa fyrst í vikuni. Hann hevur fiska svartkalva og kongafisk. Vit rokna við onkur fer út, tá veðri batnar.

Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga longu, hýsu og tosk. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum.

Trolbátar: Allir liggja við bryggju, men helst fer onkur út tá veðri batnar.

Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.