Fiskivinnuting í Varpinum

Føroya Sjómannadagur bjóðar til fiskivinnuting í Varpinum í kvøld kl. 19

Á einum upplýstum grundarlag verður viðkomandi kjak millum politikarar og áhugapartar í fiskivinnuni um viðkomandi avbjóðingar og møguleikar í fiskivinnuni í løtuni. Serfrøðingar leggja fram og fáa uppfylgjandi spurningar frá orðstýrara. 

19.00 Jóhann Lützen frá Føroya Sjómannadegi bjóðar vælkomin. Jón Brian Hvidtfelt, orðstýrari greiðir frá skránni.

19.05 – 19.15 Eydna í Homrum, deildarleiðari á Havstovuni, hevur stutta framløgu um (1) virksemi hjá Havstovuni í mun til at koma við tilmælum um avmarkingum fyri veiðuna eftir botnfiskasløgunum í føroyskum øki, (2) lýsir støðuna hjá teim stóru botnfiskastovnunum og tilmælini hjá ICES og Havstovuni, (3) hvørji eru útlitini til at toskastovnurin kemur fyri seg afturá landgrunninum? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar. 

19.15 – 19.25 Stefan í Skorini fyri Føroya Reiðarafelag og umboð fyri Ráfiskakeyparafelagið lýsa týdningin av stovnsrøkt og burðardyggari fiskiveiðu fyri marknaðaratgongd og vinnuligu avleiðingar av avmarkingum fyri botnfiskaveiðu. Hvørji ynskir hevur vinnan til førda fiskivinnupolitikkin? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar. 

19.25 – 19.40 Panelkjak 

19.40 – 19.50 Jan Arge Jacobsen, Havstovan, lýsir lívfrøðiligu orsøkirnar til tørvin á strandalandaavtalum og avmarkingum, støðan hjá pelagisku stovnunum og útlitini, um ongar avmarkingar verða gjørdar. 

19.50 – 20.00 Jógvan Jespersen, stjóri í Nótaskipum, greiðir frá søguligu bakgrundini fyri strandalandaavtalum og ynskini hjá vinnuni til avtalur og karmar framyvir. 

20.00 – 20.10 Hans Ellefsen, lektari í búskaparfrøði, leggur fram um búskaparligu bakgrundina fyri strandalandaavtalum, og lýsir búskaparligu avleiðingarnar fyri vinnuna, í veiðuliðnum og framleiðsluliðnum, Landskassan og Samfelagsbúskapin? Hvørji eru búskaparfrøðiligu tilmælini? Jón Brian setur avklárandi uppfylgjandi spurningar. 

20.10 – 20.25 Panelkjak um boðskapirnar og verandi fiskivinnupolitikk í mun til botnfiskaveiðuna. 

20.25 – 20.35 Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, greinar búskaparligu avleiðingarnar við støði í búskaparfrøðiligum meginreglum fyri skynsomum fiskivinnupolitikki. 

20.35 – 20.50 Panelkjak um boðskapirnar og ætlaðu inntrivini.

MYND. Birgir Waag Høgnesen