Fiskivinna er eisini kvinnumál
Mikudagin var aðalorðaskifti um fiskivinnuna – sum í stóran mun tekur støði í frágreiðingini frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum varð løgd fram í síðstu viku.
Vit hoyra um brúksskyldu og veiðigjald. Um tons og skipabólkar. Flemish Kap og Russland.
Eg haldi, at kjakið um fiskivinnuna er fátækt og trongt. Vit mangla eina fólkaræðisliga samrøðu um okkara fiskivinnu.
Útishýst og skammaði
Almenna kjakið um fiskivinnuna er avmarkað til nakrar fáar politikarar, oftast menn, reiðarar og onkrar einkultar advokatar. Lóggávan er gjørd somikið kompliserað, at vanlig fólk ongan kjans hava at seta seg inn í hana – og so slett ikki at seta spurnartekin við hana. Ja, sjálvt her í Løgtinginum eru tað tey fæstu, sum eru inni í øllum smálutum í lógini.
Í Degi og Viku í gjárskvøldi hoyrdu vit fyrrverandi landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Árna Skaale – sum er ein av teimum, sum hevur rættiliga gott innlit í lógina – greiða Føroya fólki frá um brúksskylduna í fiskivinnuni. Um generella brúksskyldu, 30%-regluna og 60%-regluna – og legg so undantakið fyri makrel, norðhavssild og svartkjaft afturat, munin millum veiðiloyvi og fiskiloyvi og undantakið fyri bólk 5.
Eg loyvi mær at pástanda, at meginparturin av Føroya fólki hevur mist tráðin nú... Hvat er brúksskylda? Og hvørjir bátar er tað nú, sum hoyra til skipabólk 5? Hvussu er tað við fiskidøgum og kvotum? Hvør er munurin millum eginkvotur, uppboðssølukvotur, menningarkvotur, vinnuligar fiskiroyndir og ískoytiskvotur? Og hví er tað, at heimaflotin, sum fiskar botnfisk, fær makrelkvotur, altso uppsjóvarfisk, sum skipini ikki kunnu fiska?
Forvirrandi? Ja.
Er tað við vilja? Allar helst.
Við forkvinnunar loyvi, vil eg sitera Adam McKay og Charles Randolph, sum eru høvundarnir aftanfyri filmin “The Big Short” frá 2015, sum snýr seg um fíggjarkreppuna í 2007 og 08:
“Mortage backed securities”, subprime loans”, “trenches”... Pretty confusing, right? Does it make you fell bored? Or stupid? Well, it’s supposed to. Wall Street loves to use confusing terms to make you think only they can do what they do. Or even better, for you to leave them the f*** alone”
Sitatið vísir, hvussu Wall Street brúkti torfør orð fyri í besta føri at keða okkum, í ringasta føri at fáa okkum til at føla okkum býtt. Hví? Tí so kundu teir hóreiggja sær júst sum teir vildu.
Grugguta lóggávan, sum er karmur um okkara fiskivinnu, har sum flestu pengarnir í okkara samfelag eru, er so ógjøgnumskygd og torskild, at sjálvt umsitingin hevur ringt við at umsita eftir henni.
Hetta er ein máti at køva orðaskiftið. At fáa fólk at føla seg býtt og at skammast. At blanda seg uttan um.
Hetta fekk okkara fólkatingsumboð, Anna Falkenberg, so sanniliga at merkja, tá hon hevði sína fyrstu røðu á Fólkatingi, eftir at hon var vald við næstan 3.000 atkvøðum 31. oktober í fjør.
Hon var útspilt og láturliggjørd, tí hon dittaði sær at úttala seg um uttanríkis- og fiskivinnupolitikk. Hon fekk at vita, at hon skuldi lata vera við at siga sína meining um mál, sum ikki eru “kvinnumál”.
Hon fekk enntá eina mynd sendandi av sær, har hon hekk í einum gálga við dagfestingini 8. mars 2023.
Øll mál eru kvinnumál
Kvinnustríðsdagurin var mikudagin í síðstu viku. Dagurin, tá Anna Falkenberg skuldi hanga úr einum gálga. Tað gjørdu hon lukkutíð ikki. Í staðin brúkti hon høvið til at vísa á, hvussu kvinnur verða niðurgjørdar – ja, bara tí tær eru kvinnur.