Fiskiveiðiavtalan við Bretland gevur okkum meira tosk á Flemish Cap
Føroyar hava fingið meira tosk á Flemish Cap.
Føroyar hava fingið 284 tons í fiskiveiðiavtaluni við Bretland.
Frammanundan var toskakvotan 1.363 tons.
Toskafiskiskapurin á Flemish Cap er ætlaður línuskipum, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til, og tey fáa egna árskvotu.
Fiskiskapurin í bretskum sjógvi
Fiskimálaráðið hevur eisini kunngjørt, hvussu føroysk skip kunnu fiska botnfisk í bretskum sjógvi í ár.
Trolarar sleppa at fiska 750 tons av svartkalva. Teir fáa felags árskvotu.
Og trolarar kunnu fiska 250 tons av blálongu við felags árskvotu.
Línuskip kunnu fiska 400 tons av hýsu. Tey fáa egna kvotu.
Í mesta lagi fýra línuskip kunnu fiska í senn.
Línuskip fáa eisini 250 tons av longu og 25 tons av brosmu. Eisini her er talan um egnar árskvotur.