VIDEO: Fiskiskapurin kann missa burðardygga góðkenningina
Strandarlondini hava ikki fingið semju um, hvussu fiskiskapurin eftir svartkjafti skal býtast. Tí kann fiskiskapurin missa burðardygga góðkenningina, tá hon gongur út í oktober, hóast svartkjaftastovnurin hevur tað gott.
Hygg at samrøðuni her í Dagur & Viku HER Ósemja um svartkjaft kann fáa avleiðingar fyri fóðurframleiðsluna | Kringvarp Føroya
Tað kann fáa avleiðingar fyri Havsbrún, tí svartkjaftur er ein týðandi rávøra í fóðurframleiðsluni hjá fyritøkuni. Um góðkenningin dettur burtur, kann Havsbrún ikki longur brúka svartkjaftin sum burðardygga góðkenda rávøru og kann tí verða noytt at finna aðrar loysnir.
Aðrar rávørur kunnu brúkast í staðin, men tær hava ikki neyðturviliga somu eginleikar, og tað kann ávirka góðskuna á fóðrinum.
Havsbrún hevur fyrireikað seg upp á, at góðkenningin kann detta burtur. Fyritøkan hevur framleitt frammanundan og hevur tí vøru á goymslu, um støðan broytist í næsta mánað.
Samstundis arbeiða evropeiskir framleiðarar av fiskamjøli, lýsi og fóðri við at seta á stovn eina aðra góðkenning. Endamálið er at fáa eina skipan, sum í størri mun tekur støðið í, hvussu sjálvur fiskastovnurin hevur tað, og ikki bara í, um strandarlondini hava fingið semju um býtið av fiskiskapinum.
Tað skrivar kvf.fo

