VIDEO: Fiskiskapurin á Flemish Cap umskipast
Árni Skaale var í Degi & Viku í gjárkvøldið - HYGG ER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/03/13/fiskiskapurin-flemish-cap-umskipast
Lógin um sjófeingi kom í gildi fyri fýra árum síðan, men alt fekk ikki gildi samstundis. Nú á nýggjárinum kom so ein grein um brúksskyldu í gildi, sum kann raka línuflotan rættiliga meint, um einki verður gjørt.
Tað eru tíggu frystilínuskip í flotanum í dag, sum á fjarleiðum fiska undir Íslandi, Grønlandi og á Flemish Cap.
Árni Skaale var í Degi & Viku í gjárkvøldið - HYGG ER https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/03/13/fiskiskapurin-flemish-cap-umskipast
Kvotan á Flemish Cap hevur seinastu árini verið so lítil, at skipini hava býtt tonsini á hesum leiðum millum sín. Men tað kann fara í søguna.
Teksturin omanfyri stendur á kvf.fo