Skulu hava marknaðarprís fyri allan fisk

Les greinina sum stóð í Sosialinum í vikuni.

 

- Tað er eitt brennandi ynski hjá Føroya Fiskimannafelag, at kappingin um fiskin verður opin og óavmarkað, og hetta eigur at verða galdandi fyri allan fiskiskipaflotan, sigur Jan Højgaard, felagsformaður

greinskrivari: Vilmund Jacobsen

Føroyski línuskipaflotin er nógv broyttur seinnu árini og teir, sum sigla við hesum skipum í dag, hava fingið nógv betri umstøður – ikki bara manningarumstøður, men eisini eina nógv betri fortjenastu.

Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, høvdu vit næstan bara ísfiskalínuskip.

Flestu vóru gomul og slitin, og hýrurnar vóru einki at reypa av. Veiðivirðið hjá teimum bestu skipunum lá um einar 17-18 milliónir krónur um árið, og tey lakaru skipini fiskaðu kanska fyri einar 10-12 milliónir krónur um árið.

Hýrurnar og arbeiðsumstøðurnar vóru hareftir.

Broytingini hesi seinnu árini innan henda skipabólk hevur verið so stór, at nú eru bara eitt og kanska tvey størri ísfiskalínuskip eftir. Øll hini eru frystilínuskip, og fleiri hava eitt veiðivirðið, sum er tvær og tríggjar ferðir so stórt, sum bestu ísfiskaskipini høvdu áður.

Tað er serliga á leiðum uttanfyri føroyska landgrunnin, at frystingin er komin væl við, tí nú kunnu skipin gera longri og betri túrar, og eingin vandi er fyri, at fiskurin spillist.

Fríari sølumarknaður

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, sigur, at umleggingin frá ísfiskavinnu til frystan fisk hjá føroyskum línuskipum er ein rættilig sólskinssøga.

- Hetta hevur gjørt, at hýran hjá línumonnum er vorðin tvífaldað og í summum førum kanska trífaldað. Haraftrat hava línumenn við nýggjari skipunum fingið nógv betri manningarumstøður.

Felagsformaðurin vísir á, at hóast frægu hýrurnar, sum línumenn nú hava, so eru hesar kortini ikki meira enn á hædd við tímalønina á landi, tí arbeiðsdagarnir umborð eru langir, og menn eru til arbeiðis hvønn dag, meðan teir eru burtur.

- Sama er sjálvsagt eisini galdandi fyri teir, sum sigla við eitt nú ísfiskatrolarum og garnaskipum – at dagarnir bæði eru langir og strævnir.

Jan Højgaard heldur, at størsti tørvurin í løtuni er ein verulig uppboðssøla, sum minnir um ta norsku, har fiskurin kann seljast fyri besta prísin.

- Vit mugu hava eina skipan, har øll hava javnbjóðis rætt at bjóða upp á fiskin, og fiskurin skal seljast, har besti prísur fæst fyri hann – antin tað er í Føroyum ella uttanlands.

Nú flestu línuskip frysta, og hesin fiskurin soleiðis kann enda úti á altjóða marknaðinum, heldur felagsformaðurin, at kravið um, at frysti fiskurin skal um føroyskan bryggjukant, er burturvið.

- Tá línuskipini fiska á Flemish Kap, Grønlandi ella í Íslandi, merkir kravið um føroyskan bryggjukant, at óneyðuga nógv dettur burtur av prísinum. Hetta er eisini galdand, tá skipini fiska undir Føroyum.

Jan Højgaard leggur dent á, at tað er eitt brennandi ynski hjá Fiskimannafelagnum, at kappingin um fiskin verður opin og óavmarkað, og hann heldur, at hetta eigur at verða galdandi fyri allan fiskiskipaflotan.

- Vit meta, at hetta hevði givið okkum eina milliard í øktum avreiðingarvirði og kanska meira enn tað. Hetta hevði komið bæði skipi, manningum og føroyska landshúsarhaldinum til góðar.

Felagsformaðurin heldur tað vera skeivt, at vit, sum siglandi tjóð, skulu lasa okkum fastar í, at alt skal landast í Føroyum, tí hetta ger, at bæði skip, fiskimenn og alt samfelagið verður fátækari.

- Eg havi afturvendandi skift orð við politikarar um henda spurning - at skip og manningar eiga at fáa marknaðarprís fyri fiskin - og eg haldi, at teir hava førkað seg rætta vegin, sigur hann.

Vilja lækka gjøldini

Formaðurin í Føroya Fiskimannafelag vísir á, at felagið eisini hevur arbeitt fyri at fáa veiðigjøldini lækkað hjá eitt nú uppsjóvarskipum og flakatrolarum, men hann ásannar, at hetta hevur gingið striltið.

- Tað hevur sum heild gingið væl hjá uppsjóvarskipum og flakatrolarum aftur í ár, og hetta kemst serliga av, at fiskaprísurin hevur verið góður, hóast minni hevur verið at fiska, serliga hjá trolarunum eystanfyri.

Jan Højgaard heldur tað vera púrasta burtur við, at landið leggur hald á ein so stóran part av veiðivirðinum við veiðigjøldum, samstundis sum bond verða løgd á fiskiskipaflotan um, at alt skal landast í Føroyum.

- Hetta er ein mótsøgn, sum vit vilja koma til lívs, leggur hann aftrat.

Hann vísir á, at toskakvotan í Barentshavinum er nógv minkað seinnu árini og er nú bara ein part av tí, hon var, tá hon var í hæddini.

- Makrelkvotan er eisini minkandi, og ivasamt er, hvørji útlitini eru við sildini.

Jan Højgaard endurtekur, at sum heild hevur føroyski fiskiskipaflotin havt eitt gott ár í ár, men tað merkir ikki, at tað gongur væl um allan flotan.

- Tað verður altíð ymiskt, hvør gongdin er – frá einum skipi til annað og ein skipabólkur, sum seinnu árini hevur havt tað tungt, er partrolaraflotin, nú upsaveiðan hevur verið svikalig í fleiri ár.

Fegnast um nýbygningar

Jan Højgaard ásannar, at tað skal nógvur kapitalur til fyri at hava partrolaraflotan siglandi, og skulu skipini endurnýggjast, er neyðugt við heilt nógvum kapitali.

- Tað kann gerast trupult at fáa fatur í hesum kapitali, tá landskassin við veiðigjøldum tekur kapitalin úr fiskiskipavinnuni. Vit vilja helst hava ein fjølbroyttan fiskiskipaflota, sum er minni viðbrekin og hevur fleiri bein at standa á, sigur hann.

Seinni árini eru komnir nakrir stásiligir nýbygningar til landið, og her er talan bæði um skip til uppsjóvarfisk og toska-og rækjufiskiskap í Barentshavinum.

- Tað er fantastiskt við nýggju skipunum, sum hava bestu manningarumstøður, ið hugsast kunnu. Vit kundu tó hugsað okkum, at túralongdin hjá eitt nú trolarunum í Barentshavinum verður sett niður í tveir mánaðir, tí vit ivast onga løtu í, at túrarnir stundum kunnu kennast drúgvir, tá tíðin á havinum fer út um tveir mánaðir.

Jan Højgaard ásannar, at gongdin onkustaðni kundi verið betri, tó at hetta sum heild hevur verið eitt gott ár hjá fiskiskipaflotanum.

Tá vanlukkan rakti

Nú árið nærkast endanum, hugsar felagsformaðurin um syrgiligu vanlukkuna, sum rakti, tá frystilínuskipið Kambur sakk, og tveir fiskimenn lótu lív.

- Hetta hevur tyngt okkum ómetaliga nógv í árinum. Vit hugsa um hesar báðar menninar, um skipsfelagarnar, sum vóru við á lagnuferðini og tey kæru heima, sum mistu, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.