Fiskimenn og reiðarar hava nú handa krøvini
Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag handaðu í gjár hvørjum øðrum krøvini til nýggjan sáttmála.
Í næstum vera fundir ella rættari veruligar samráðingar við Føroya Reiðarafelag.
Føroya Fiskimannafelag gjørt nógv burturúr at nágreina krøvini, sigur formaður Føroya Fiskimannafelags. Jan Højgaard sigur, at inflatiónin og støðan í samfelagnaum annars er avgjørt við í okkara tankum, nú samráðingarnar fara í gongd.