Fiskimenn leggja nógv í landskassan
825 milliónir fleiri goldnar í lønum seinasta árið
Tilsamans eru goldnar 13,5 milliónir kr. í lønum frá desember í fjør til november í ár.
825 milliónir kronur fleiri vóru goldnar í lønum frá desember í fjør til november í ár, enn frá desember í 2023 til desember í 2024.
Vøksturin er 6,5 prosent, skrivar Hagstovan.
Samanlagt var lønin 13,5 milliardir krónur seinasta árið.
Bólkurin, sum eitur landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða, eigur ein triðing av vøkstrinum.
Hetta kemst serliga av hýrum og løn í botnfiskaveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin meira enn 60 prosent.
Tað skrivar Høgni Djurhuus, á kvf.fo, við upplýsingum frá Hagstovuni.
Menn eiga størra partin av lønini og vøkstrinum, 67 prosent av vøkstrinum seinastu 12 mánaðirnar.
Les áhugaverdu greinina HER 825 milliónir fleiri goldnar í lønum seinasta árið | Kringvarp Føroya
Mynd Bjarni Árting/kvf.fo

