Fiskimenn flyta Føroyar fram á leið
Tá vit í Føroyum tosa um virði í fiskivinnuni, er tað lætt at tosa um tøl: Avreiðingar, fiskaprísir, fiskidagar og rakstur. Men aftanfyri øll hesi tølini er ein, sum er grundarlagið undir øllum: Føroyski fiskimaðurin.
At vera fiskimaður er eitt av teimum mest krevjandi yrkjunum, sum eru. Tað krevur arbeiðssemi, áhaldni og eitt serligt evni at halda høvdið kalt, tá veðrið, tíðin og umstøðurnar seta mørk. Tað krevur nógv av teimum, sum heima eru – familjunum, sum bera gerandisdagin, meðan tit eru burturi.
Í ættarlið hevur fiskimaðurin verið ein av súlunum undir Føroyum. Hann hevur ikki bara tryggjað mat á borðið og inntøkur til landið, men eisini skapt lív og virksemi kring alt landið.
Føroyskur fiskiskapur spennir eisini víða. Føroysk skip royna uttan fyri Kanada, við Grønland, Ísland og Bretland og í Barentshavinum. Samstundis fevnir veiðan á okkara heimaleiðum um eina langa røð av fiskasløgum – frá uppsjóvarfiski til botnfisk og skeljafisk.
Føroyski fiskimaðurin veit betur enn tey flestu, at alt byrjar og endar við havinum, og skulu vit fáa nakað varandi burturúr, so mugu vit fiska við skili.
Tí eiga vit altíð at fiska soleiðis, at okkurt eisini er árið eftir. Tað snýr seg um at fara soleiðis fram, at fiskastovnarnir kunnu endurnýggja seg og tryggja Føroyum størstu inntøkur frá fiskatilfeinginum yvir tíð.
Vit kunnu gleðast um, at broyting er í fiskiskapinum eftir botnfiski á heimaleiðum, soleiðis at úrtøkan er nakað hægri enn hon hevur verið undanfarnu árini. Við hýsuni og upsanum er støðan á góðari leið, og hjá toskinum sær út til, at tað spakuliga gongur rætta vegin, sjálvt um vit eru langt burturi frá stovninum, sum hann søguliga hevur verið. Tí mugu skilagóðar avgerðir takast komandi tíðina.
Tað er mín vón og ynski, at tað fer at ganga heimaflotanum eins væl, sum tað hevur gingið hjá restini av flotanum í nógv ár.
Eg vil takka fyri tykkara arbeiðsemi og tykkara áhaldni. Eg ynski tykkum blíðan byr og alt tað besta til tykkum og tykkara kæru.
Eirikur Í Jákupsstovu

