Fiskimarknaðurin við síni meting
Línuskip; Eitt er á Íslandsrtygginum og eitt av teimum smærri er eystanfyri. Annað, kanska bæði, landa í vikuni. Skipini fá mest av toski, hýsu og so nakað av longu, svartkalva og brosmu. Eitt frystilínuskip er við Ísland, tvey eru á Íslandsrygginum, trý eru á landgrunninum og so eru tvey við Grønland. Skipini fáa ein blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Útróður: Streymurin verður brúkiligur og veðri verður gott, so vit vantað nakað av útróðri. Møguliga fer onkur út á Føroya Banka. Fiskaríið er smáligt á landgrunninum, men gott á Føroya Banka. Bátarnir fáa mest tosk og hýsu.
Djúpvatnstrolarar: Tveir ísfiskatrolarir fiska svartkalva, ein fiskar kongafisk og so er Jákup Sverri á Føroya Banka. Vit rokna við at allir landað í vikuni. Ein frystitrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og ein liggur við bryggju.
Partrolarar: Fýra pør fiska upsa og annan hvítfisk, serliga tosk og longu. Fiskaríið eftir upsa er smáligt. Vantandi fer okkurt parið avstað í næstum.
Trolbátar: Ein er landleiðini og tveir eru norðanfyri. Teir fáa eina blanding av toski, hýsu og flatfiski. Allir landa í vikuni. Helst fer onkur avstað í næstum
Garnaskip: Tvey garnaskip fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Fiskaríð er brúkiligt. Øll landa í vikuni.